Seinnapartin er FM kappróður á skránni á Sundalagsstevnu, sum hesa ferð er í Hósvík.
Fyrsti FM kappróðurin var fyri fjúrtan døgum síðani á Norðoyastevnu. Tá vóru líkindini góð, og alt gekk upp á stás. Í dag er summarveður, og harvið eru fyritreytirnar góðar undan róðrinum í Sundalagnum.
Sammett við á Norðoyastevnu, so er tað á Sundalagsstevnu tann broyting, at 10-mannaførini fara at kappast á 2000 metrum. Á Norðoyastevnu róðu tey á 1500 metra teininum.
Kappingin millum 10-mannaførini á Norðoyastevnu var so tøtt og spennandi, sum tað ber til at ímynda sær. Ta ferðina var Vestmenningur fremstur so at siga allan róðrarteinin. Tað var ikki fyrrenn í næstsíðsta takinum, at Klaksvíkingur fór framum og harvið tryggjaði sær fyrsta sigurin í heimasjógvi í 41 ár. Í dag luttaka tey trý somu 10-mannaførini, sum vóru við í Klaksvík: Vestmenningur, Klaksvíkingur og Hoyvíkingur.
Í flestu róðrunum í dag verða tað somu luttakarar, sum vóru við í fyrsta FM róðrinum.
Ein broyting er, at Páll Fangi hesa ferð er við í kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum. Páll Fangi luttók ikki á Norðoyastevnu.
Ein onnur broyting er, at Tjógvin og Firvaldur hesa ferð eru við í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum. Tað vóru teir ikki í Klaksvík.
KL. 13
Barnaróður dreingir
06 Firvaldur
07 Frúgvin
08 Fípan Fagra
09 Spógvin
10 Tambar
11 Havfrúgvin
12 Teistin
= 7 bátar
Barnaróður gentur
04 Havfrúgvin
05 Firvaldur
06 Tambar
07 Hulda
08 Blikur
09 Ørnin
10 Royndin Fríða
11 Jallurin
12 Pílur
13 Kollur
= 10 bátar
KLOKKAN 15
5-mannafør dreingir
02 Firvaldur
03 Fípan Fagra
04 Erla Kongsdóttir
05 Havfrúgvin
06 Frúgvin
07 Drekin
08 Jallurin
09 Royndin Fríða
10 Blikur
11 Sílið
12 Pílur
13 Svanur
14 Teistin
15 Sandingur
16 Tjógvin
= 15 bátar
6-mannafør, kvinnur
07 Herningur
08 Hvessingur
09 Gongurólvur
10 Jarnbardur
11 Páll Fangi
= 5 bátar
5-mannafør kvinnur
06 Teistin
07 Beinta
08 Junkarin
09 Jallurin
10 Blikur
11 Falkur
= 6 bátar
5-mannafør gentur
06 Drekin
07 Spógvin
08 Beinta
09 Hvassi
10 Erla Kongsdóttir
11 Sílið
12 Teistin
= 7 bátar
6-mannafør menn
06 Gongurólvur
07 Tvørábáturin
08 Lómur
09 Riddarin
10 Smyril
11 Skúgvur
= 6 bátar
8-mannafør
07 Kvívíkingur
08 Ørvur
09 Argjabáturin
10 Nevið Reyða
11 Miðvingur
= 5 bátar
10-mannafør
08 Vestmenningur
09 Klaksvíkingur
10 Hoyvíkingur
= 3 bátar