Í dag fer Svend Auken til gravar

Danir siga í dag einum av teimum størstu politikarunum farvæl. Jarðarferðin verður almenn og verður send beinleiðis í sjónvarpi. Jarðarferðin hjá sosialdemokratinum Svend Auken er í trimum pørtum. Klokkan 10 føroyska tíð verður ein minningarhátíð í Christiansborg Slotskirke, har Keld Holm, biskupur í Århus, talar.

Klokkan 13.30 verður Svend Auken jarðaður úr Frederiksberg Kirke, og tað verður systir hansara, Margrethe Auken, sum kastar jørð á. Hon er prestur.

Klokkan 14 verður ervi í landstingssalinum á Christiansborg.

Svend Auken doyði seinasta týsmorgun.