Tað verður ivaleyst arbeitt av lívsins kreftum á fleiri frontum í føroyska fótbóltsheiminum í dag. Ásetingarnar hjá FSF, sum feløgini sjálvi hava samtykt, siga, at seinasta freist at fáa útlendskar spælarar í sín part er 10. august. Í dag er 10. august. Tað vil við øðrum orðum siga, at tá ið tað er farið um midnátt í kvøld, er eingin møguleiki at leita sær styrk uttanfyri landoddarnar.
Seinastu tíðina eru fleiri spælarar komnir henda vegin. B68 hevur fingið tríggjar brasiliumenn. Hjá tveimum hava viðurskiftini verið í rættlagi. Á portalinum stóð sunnudagin, at loyvini hjá tí triðja eisini vóru komin upp á pláss. Tey tíðindini undraðust teir yvir á Toftum. Tí teir vistu, at loyvini vóru ikki komin upp á pláss. Men teir vóna, at tað fer at eydnast at fáa hetta í rættlag í dag.
Loyvini hjá nýggja pólverjanum í Gøtu komu upp á pláss eftir døgurða fríggjadagin. Adam spældi ímóti B68, og hann skoraði fyrsta málið, tá ið hann hevði verið knappar níggju minuttir á vøllinum.
Tveir útlendingar hava í eina viku verið í Fuglafirði. Í gjár stríddust teir við at fáa loyvini upp á pláss.
Síðsta skotið á útlendska fótbóltsbulinum í Føroyum, sum vit vita um, er ein nigerianskur álopsspælari, sum er komin til Runavíkar. Í gjár arbeiddu teir við at fáa loyvini upp á pláss. Sambært NSÍ heimasíðuni eitur hesin maðurin Onyeme Ikechukwu. Hann er 20 ára gamalur og er komin henda vegin úr Suðurafrika, har hann hevur roynt seg í næstbestu deildini. Hann sigst hava spælt í einum felag, sum eitur Ledwaba Power Stars.
NSÍ heimasíðan visti í gjár at siga, at teir í felagnum vónaðu, at hesin maðurin kundi vera við í gjárkvøldið, tá ið NSÍ skuldi spæla á heimavølli ímóti ÍF. Tá vóru Kári Hansen og Alexander Jovevic leikbannaðir.
Mannagongdin
Tað er Innlendismálaráðið, sum frá løgregluni fær umsóknina til ummælis. Talan er um umsóknina, sum feløgini hava latið løgregluni. Eftir viðgerðina í Innlendismálaráðnum verður umsóknin send aftur til løgregluna, sum síðani sendir hana til Udlændingestyrelsen í Danmark. Har verður arbeiðsloyvi til ávíst tíðarskeið givið. Tá ið tað er í lagi, verður loyvi sent aftur til løgregluna í Føroyum, og so verður tann, ið eigur loyvið, boðsendur at møta hjá løgregluni fyri at fáa loyvið handað.
Arbeiðsloyvi ber uppihaldsloyvi við sær. Tá ið hetta er komið upp á pláss, er næsta stigið at melda flyting í føroysku kommununa. Tá ið tað er fingið frá hondini, og p-talið er skrásett, ber tað til at venda sær til Fótbóltssambandið við áheitan til teir um at fáa spæliloyvi. Tað ger FSF, tá ið teir hava fingið prógv frá Landsfólkayvirlitinum um, at føroyski bústaðurin er í lagi, og tá ið FSF frá øðrum fótbóltssambandi hevur fingið grønt ljós. FSF kann fáa leysgevingina frá útlendska fótbóltssambandinum, áðrenn tað er greitt við arbeiðsloyvinum, men tað er ikki loyvt FSF at útflýggja spæliloyvið fyrrenn hini viðurskiftini eru komin upp á pláss.Tá ið vit tosaðu við Pætur Clementsen, sum hevur við hesi viðurskiftini í FSF at gera, í gjár, dugdi hann av góðum grundum ikki at siga okkum, hvørji loyvi fóru at verða útskrivað í dag. Men á midnátt í kvøld verður greitt, um talan verður um onkran fótbóltsspælara, ið er komin henda vegin, og sum kortini ikki sleppur upp í part at spæla.








