Í dag fellur avgerðin

Tað stendur nógv upp á spæl í øllum trimum dystunum, sum verða spældir í Atlantic Airways-kappingini í dag.

VÍF, Kyndil, StÍF og KÍF hava øll møguleika at spæla seg í FM-finaluna móti Neistanum.

Best liggur fyri hjá VÍF, sum er eitt stig undan hinum, so teir kunnu sjálvir gera av, um teir spæla finalu. Hetta um teir í dag vinna heimadystin móti júst Neistanum.

Í Havn spæla Kyndil og StÍF, og í Hoyvík spælir H71 móti KÍF.

 

Allir dystirnir byrja klokkan 16.