Í dag fær Mubarak dóm

Í dag fer ein dómstólur í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo at fella dóm í rættarmálinum ímóti fyrrverandi forsetanum Hosni Mubarak, sum er ákærdur fyri valdsmisnýtslu, svik og fyri at hava givið trygdardeildunum boð um at skjóta eftir mótmælisfólki í januar í fjør.

Verður tann 84 ára gamli Mubarak dømdur sekur í at hava givið boð um at skjóta mótmælisfólk, kann hann fáa deyðarevsing. Sambært blaðnum Al Ahram kunnu hinar ákærurnar geva honum upp til fimm ára fongsul.

Hosni Mubarak varð koyrdur frá tann 11. januar í fjør. Rættarmálið ímóti honum byrjaði í august. Hann hevur alla tíðina noktað seg sekan í øllum ákærunum.

Teir báðir synirnir hjá fyrrverandi forsetanum fáa eisini dóm í dag. Teir eru ákærdir fyri svik.