Írar skulu á fólkaatkvøðu í dag um tann nýggja ES-sáttmálan, og spenningurin er stórur Sum teir einastu í ES skulu írar á fólkaatkvøðu um tann sokallaða Lissabon-sáttmálan.
Tær seinastu meiningakanningarnar benda á, at tað verður sera javnt ímillum ja og nei, men tann allarseinasta kanningin í gjár bendi á, at tey, sum eru fyri sáttmálanum, fáa ein tepran sigur. Kortini torir eingin at siga nakað við vissu.
Lissabon-sáttmálin kemur ístaðin fyri grundlógarsáttmálan, sum mátti leggjast til viks, tá bæði fransmenn og niðurlendingar vrakaðu hann í 2005.










