Hóast árini síðani 16. august 1977 óivað hjá mongum tykjast hava gingið skjótt, so er veruleikin, at 35 ár eru farin, síðani hendan dag, tá tíðindini bórust um, at rock-kongurin Elvis Presley var deyður. Sorgin breiddi seg um stóran part av heiminum, tá rockstjørnan yvir øllum var burtur so brádliga.
Ein slíkan dag hugsa mong óivað í Elvis orðingum og hugsa um Elvis:Allways on my mind.
Á Graceland, heimstaðnum hjá Elvis, sigst dagurin verða hildin stillisliga við livandi ljósum, har fjepparar í stilli minnast Elvis Presley.
Elvis Aaron Presley var føddur 8, januar í 1935.










