Í dag er Super Tuesday

Í dag er tann stóri uppstillingardagurin Super Tuesday í USA, og í 22 statum skulu veljararnir taka støðu til, hvørji valevni skulu kappast um forsetaembætið í heyst Í Kalifornia minkar munurin millum Hillary Clinton og Barrack Obama, men Hillary kann fáa fyrimun av, at tær flestu kvinnurnar atkvøða fyri henni.

Eygleiðarar siga, at tað hevur ongantíð verið so torført at siga nakað um, hvussu úrslitið verður, tí í nógvum statum er sera lítil munur á valevnunum. Hetta er serliga galdandi fyri demokratarnar.

Kalifornia er ein av statunum, sum hevur val í dag. Har hevur Hillary Clinton verið á odda, men nú er munurin minkaður burtur í lítið og einki. Eygleiðarar halda kortini, at Hillary Clinton kann vinna, tá saman um kemur, tí hon tykist hava gott tak á teimum flestu kvinnunum.

Hjá republikanarunum bendir alt á, at John McCain fer at vinna í dag, og at hann verður forsetavalevni hjá republikanska flokkinum í heyst. Mitt Romney hevur kortini ikki slept vónini, og hann hevur hert álopini á floksfelagan tað seinasta samdøgrið.