Nú vit nærkast ljósari tíðum, várið er í nánd, er Páskabryggið hjá Føroya Bjór bryggjað. Hin fyrsta páskabjórin sá dagsins ljós í 1982. Eins og undanfarin ár, verður serliga nógv gjørt burtur úr góðskuni og smakkinum á hesum bjóri.
Bjórin er bert bryggjað í avmarkaðari nøgd. Páskabryggið er rav-gylt og hevur eina góða javnvág í søtleika og beiskleika.
- Vit eru sera væl nøgd við ársins páskabryggj, sum er sera væl egnað til páskaborðið, siga tey av Føroya Bjór.









