Í dag er lagnustund í Løgtinginum

Í dag fellur avgerðin um Løgtingið skal seta eina nevnd at kanna og útgreina um grundarlag er fyri at reisa ákæru móti fyrrverandi landsstýrismanninum í

vinnumálum, Bjarna Djurholm, og fyrrverandi landsstýrismanninum í innlendismálum, Jacob Vestergaard fyri, brot á løgtingslóg um ábyrgd. Verður nevndin sett, skal hon kanna um teir við vilja, ella av grovum ósketni, hava skúgvað til viks tær skyldur, sum liggja á teimum, sum landsstýrismenn.

Tað er í málinum um teir løgggildu grannskoðararnar, at hesi málini eru tikin upp og grundarlagið fyri uppskotinum er úrslitið av kanningini hjá Løgtingsins Umboðsmanni í hesum máli.

Tað eru allir flokkar á tingi, uttan Fólkaflokkurin, sum taka undir við málinum, so onki er at ivast í, at tað verður samtykt.