Í dag er formansskifti í SF

Beint aftan á middag verður kunngjørt, um tann næsti formaðurin í Sosialistiska Fólkaflokkinum í Danmark eitur Astrid Krag ella Annette Vilhelmsen. Knappliga 13.000 limir í flokkinum hava havt rætt til at atkvøða.

Tær báðar hava dystast um formanssessin, síðani Villy Søvndal heldur óvæntað kunngjørdi, at hann legði frá sær. Meiningakanningar millum veljarar og álitisfólk hjá SF hava víst, at meirilutin vil hava Annette Vilhelmsen til formann heldur enn Astrid Krag.

Tann 29 ára gamla Astrid Krag er ráðharri í heilsumálum. Annette Vilhelmsen, sum er 52 ára gomul, er fólkatingslimur og framsøgukvinna floksins í vinnumálum.

Tann nýggi formaðurin í SF fær nóg mikið at takast við. Ein meiningakanning, sum Berlingske almannakunnger í dag, vísir, at hevði fólkatingsval verið nú, hevði SF fingið 5,2 prosent av atkvøðunum. Á valinum í fjør fekk hann 9,2 prosent.