58 lond kring heimin hava framvegis deyðarevsing, og Amnesty International veit um 18 lond, ið tilsamans hava dripið minst 714 fólk. Fleiri enn tveir triðingar av heimsins londum hava avtikið deyðarevsing við lóg ella í praksis.
58 lond hava tó framvegis deyðarevsing, sum møguliga revsing, men flestu av hesum londum brúka ikki deyðarevsing í verki.
Amnesty International heldur, at arbeiðið móti deyðarevsing hevur givið úrslit, og rákið gongur móti, at alsamt fleiri lond avtaka deyðarevsing.
- Enn er tó langt á mál, og tað er tí sera týdningarmikið framhaldandi at arbeiða hart við at leggja altjóða trýst á stjórnir, ið hava deyðarevsing sum møguliga revsing, metir Amnesty International.
Amnesty International veit um 18 lond, ið tilsamans hava dripið minst 714 fólk. Hesi tøl siga tó helst lítið um veruliga støðuna, tí Kina noktar at geva tølini fyri avrættingar, ið fara fram í Kina. Sostatt fara helst fleiri túsund avrættingar fram, sum ikki eru taldar við her.