Tær næstu dagarnar verður kunngjørt, hvør fær ársins Nobelvirðisløn fyri serlig avrik á ymsum økjum. Í dag fer svenska akademiið at kunngera, hvør fær ársins Nobelvirðisløn í læknafrøði, í morgin fæst at vita, hvør fær ársins virðisløn í alisfrøði, og mikudagin verður kunngjørt, hvør sær virðislønina í evnafrøði.
Roknað verður við, at kunngerðin um ársins bókmentavirðisløn kemur hósdagin. Sambært svenskum fjølmiðlum eru fleiri í uppskoti, teirra millum japanski skaldsøguhøvundurin Haruki Murakami og amerikanararnir Don DeLillo og Philip Roth.
Norska Nobel-nevndin hevur til uppgávu at finna tann, sum skal hava ársins friðarvirðisløn, og tey boðini koma fríggjadagin. Tað verður dúgliga gitt, hvør fær hana í ár, men tey flestu vænta, at tað verður Maggie Gobran, sum erin kristin egypti, sum arbeiðir við at hjálpa fátækum í Kairo.
Í næstu viku fæst so at vita, hvør fær ársins virðisløn í búskapi.
Umframt heiðursskjal fáa vinnararnir átta milliónir svenskar krónur.