Í dag byrjar Breivik-málið

Klokkan átta í morgun okkara tíð byrjar rættarmálið ímóti norska hópdrápsmanninum Anders Behring Breivik í Tinghuset í Oslo. Rættarhølið er innrættað til málið, og ikki færri enn seks myndatól fara at avmynda tað, sum hendir í rættarhølinum, og tað verður sent í 17 rættarhølum kring landið, har avvarandi kunnu sita og fylgja við.

Rætturin hevur sett 10 vikur av til málið. Í dag fara ákærin og verjin at lýsa málið frá teirra síðu, og aftaná fer rætturin ætlandi undir at avhoyra tann 33 ára gamla Anders Behring Breivik. Fimm dagar eru settir av til at avhoyra hann.

Rættarmálið, sum er tað størsta í Noregi síðani seinna heimabardaga, hevur sera stóran áhuga - ikki bert í Noregi, men eisini í fleiri øðrum londum, og fleiri hundrað tíðindafólk og myndafólk eru komin til Oslo at fylgja málinum.

Verjarnir hjá Breivik siga, at hann er hevur fyrireikað seg sera væl til viðgerðina í rættinum.