Í dag byrja kappingarnar Oyggjaleikum

Í gjákvøldið var setanin av Oyggjaleikunum, og í morgun verður farið í gongd við kappingarnar. Føroyar spæla liðkappingar í eitt nú flogbólti, badminton og borðtennis í dag.

 

Fyrsta kappingin á Oyggjaleikunum byrjar í morgin, og fyrsta føroyska ítróttarfólkið, sum skal í kapping, er rennarin Bjørk Herup Olsen. Hon rennur kl. 9.30 hálvt maraton, og hon stílar eftir heiðursmerki.

 

- Eg havi ongantíð runnið hálvt maraton í kapping fyri, men eg eg haldi meg hava ein kjans at vinna kappingina. Eg fari í øllum førum eftir gullinum, og so fáa vit at síggja, hvussu langt eg nái, sigur Bjørk Herup Olsen.

 

Seinni í dag skulu Føroyar spæla dystir í flogbólti, borðtennis, badminton, og skjótararnir fara undir sína liðkapping í skeet. Eisini er súkklukapping á skránni, og onnur ítróttarfólk í frælsum ítrótti skulu royna seg

 

Sunnudagur 26. Juni (vegleiðandi skrá)

9.30: Hálv maraton, kvinnur. Bjørk Herup Olsen

10.00: Føroyar – Isle of Wight. Liðkapping í badminton

10.00: Skjóting, skeet. Liðkapping

14.00: Føroyar-Áland. Liðkapping í borðtennis

15.00: Súkkling. Býarkoyring, menn

17.00: Føroyar-Hetland. Liðkapping í badminton

17.00: Føroyar-Gotland. Liðkapping í borðtennis

18.00: Sleggjuvarp. Heri Ziska

18.00: Hæddarlop. Øssur D. Eiriksfoss

18.00: Hitra-Føroyar. Flogbóltur, kvinnur

19.00: 800 metrar menn, innleiðandi. Rúni Seloy

20.15: Føroyar-Bermuda. Flogbóltur, menn