Í dag bjóða vit tjaldrinum og várinum vælkomnum

Grækarismessa er í dag

Í dag er Grækarismessa, sum er dagurin, har tjaldrið og várið verða boðin vælkomin. Á grækarismessu er vanligt at skipa fyri grækarismessuhaldi við røðum og tónleiki fyri at fagna tjaldrinum og várinum. Grækarismessa hevur navn eftir Grækaris Mikla páva, sum doyði 12. mars í 604. 


Fyrsta almenna Grækarismessuhald var í Havn í 1943. Sverri Patursson heitti á Skótafyli Sigmunds Brestisonar skótarnar í Havn um at skipað fyri tiltaki fyri at tosa søk fuglanna. Fuglavinurin Sverri Patursson legði dent á at lata smáfugl og heiðafugl fáa frið.

 

Síðan tá hava skótarnir skipað fyri Grækarismessuhaldinum í Havn á hvørjum ári. Nú halda vit Grækarismessu við skótaskrúðgongum á fleiri støðum í Føroyum og heilsa tjaldrinum vælkomið.

 

Á hesum deg røðum og tónleiki, Siðurin at halda grækarismessu, ella tjaldursdagin, er ikki gamal. Siður hevði tikið seg upp millum Sigmund Brestissonar skótarnar í Havn í 1930 árunum. Skótarnir møttust at fagna fuglunum og høvdu bál í Varðaholuni í Havn.

 

Eitt sindur um tjaldrið

Tey fyrstu tjøldrini eru longu komin. Flestu tjøldrini eru í Wales um veturin, men nøkur flúgva heilt til Fraklands. Tey koma aftur til Føroya á Grækarismessu 12. mars og sagt verður, at tey hava fult reiður á Krossmessu 3. mai. 

 

Tjaldur ger sær reiður í eyr, sand ella turra mold. Tjaldur verpur millum 2 og 4 egg. Ungarnir eru gráir og síggjast tí ikki væl millum steinar og eyr.

 

 

(Keldur: Pikasjey.fo, Wikipedia, KFUK skótar, Snar)