TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg, sum sá sínar menn vinna ein trivaligan 4-0 sigur á 07 Vestur á heimavølli á ovara vølli í Gundadali í dag.
Jákup á Borg stórfegnast um, at unga B36-liðið avrikaði væl ein heilan dyst, tí tað er nakað hann hevur eftirlýst í fleiri av teimum undanfarnu dystunum.
Hóast sigurin í dag er Jákup á Borg ikki samlað nøgdur við fyrsta triðingin. B36 er sjey stig frá oddinum, og talan hevur sambært Jákupi verið um alt ov nógvar javnleikir.
Jákup á Borg er nakrar ferðir um árið til Manchester United dyst á Old Trafford í Manchester, og tí var eisini upplagt at spyrja hann um Europa League finaluna millum Ajax Amsterdam og Manchester United, sum verður á Friends Arena leikvøllinum í Stockholm komandi mikukvøld.