Talan er um ein væl útgjørdan bil við góðum koyrieginleikum. Bilurin varð sýndur fram á bilaframsýningini í Ítróttarhøllini á Hálsi seinasta vikuskifti
Bilar
Magnus Gunnarsson
Ein fyrimunur við at gera ein MPV um til vørubil er tann, at vørurúmið verður høgt til loftið og arbeiðsligt. Tacuma er onki undantak í so máta, vørurúmið er rúmligt og lætt er at handfara vøru inn og út úr bilinum. Motorurin er ein 2.0 litur við 127 hk.
Sum vørubilur fæst Tacuma úr kr. 124.900 uttan MVG. Bilurin kann síggjast og roynast hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali.