renning
Leygardagin varð fyrsta umfarið av Daewoo Marathon Cup kappingini í renning fyriskipað í Klaksvík. Kappingin hevur fýra umfør, og tann samlaði teinurin er eitt marathon t.v.s. 42,195 km. Vinnarin av samlaðu kappingini er tann rennarin, ið hevur nýtt stytst tíð samanlagt.
Samanumtikið var tiltakið væleydnað. Eini 60 luttakarar vóru til kappingarnar, meginparturin av hesum vóru børn. Umstøðurnar at renna vóru hampiliga góðar, hóast nakað av vindi var.
Hallur vann
Hjá monnunum vann Hallur Holm á Daewoo Marathon Cup meistaranum í fjør Guttormi Sørensen. Teir báðir fylgdust meginpartin av teimum 5 kilometrunum, men tá teir fyri triðju ferð fóru niðan eina brætta brekku, mátti Gutti lúta. Kappingin um triðja plássi stóð millum Cecil Weihe og Sigurð Justinussen. Sigurð dróg longra stráðið hesuferð. Tilsaman 10 menn luttóku í fyrsta umfarinum av kappingini og hava tí møguleika at renna tann fulla teinin.
Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer næsta vikuskifti, tá næsta umfar av Daewoo Marathon Cup verður runnið í Havn. Tá skulu tey vaksnu renna eitt hálvmarathon.
Tey yngru
Kapping var eisini fyri børn leygardagin. Tey runnu 870 m. Hjá børnum undir skúlaaldur vunnu ávikavist Lisa Joensen og John Viljam Johannesen. John Viljam legði so mikið fyri, at hann misti skógvin á vegnum. Hann tók sær ikki tíð at seta hann á aftur, men rann teir seinatu 200 metrarnar við bert einum skógvi.
Tey størru børnini kappaðust í tveimum aldursbólkum. Henda kappingin var eisini tann fyrsta av fýra. Hini umførini verða komandi tríggjar leygardagarnar í samband við kappingarnar hjá teimum vaksnu. Tann samlaði teinurin hjá størru børnunum er eitt sonevnt minimarathon, ið er ein tíggjundapartur av einum marathon t.v.s. 4,2 km.
Í bólkinum 1.-3. flokk vunnu Vilbjørg Johannesen og Ivan Joensen. Í bólkinum 4.-6. flokk vunnu Karina Hansen og Álvur F. Christiansen.
Øll úrslitini síggjast aðra staðni á síðuni.
Sum nevnt verður næsta umfar av Daewoo Marathon Cup í Havn leygardagin 22. september. Tey vaksnu renna tá eitt hálvmarathon, 21,1 km. Børn undir skúlaaldur renna 500 m, og børn 1.-3. flokk og 4.-6. flokk renna 1000 m.
Fyrireikararnir leggja dent á, at øll eru vælkomin at luttaka, hóast tey ikki eru við í samlaðu Daewoo Marathon Cup kappingini.
Annars sær skráin leygardagin soleiðis út:
12.30 Tilmelding á Bursatanga
13.00 Startur Hálvmarathon kvinnur og menn
13.20 Børn undir skúlaaldur renna 500 m
13.40 Børn 1.-3. flokk renna 1000 m
13.50 Børn 4.-6. flokk renna 1000 m
14.00 Fyrstu trý børnini í hvørjum bólki hjá gentum og dreingjum fáa heiðursmerki.
Úrslitini í kappingini vórðu hesi:
Menn
Nr. Tíð Navn Umboðar árg.
1 16.52 Hallur Holm Bragdið 67
2 17.16 Guttorm Sørensen Treysti 68
3 18.16 Sigurð Justinussen Bragdið 67
4 18.24 Cecil Weihe Bragdið 65
5 18.51 Sølvi R. Hansen Roysnið 70
6 19.08 Bogi Joensen Treysti 73
7 19.37 Jonhard Larsen Treysti 66
8 19.47 Niels Jákup Jakobsen Bragdið 63
9 21.01 Flemming Petersen Roysnið 60
10 22.53 Regin Jóanesarson Vestmanna 45
Gentur undir skúlaaldur
Nr. Tíð Navn Umboðar aldur
1 5.34 Lisa Joensen Klaksvík 4
2 5.40 Valborg Vang Klaksvík 5
3 5.50 Jansy Jacobsen Treysti 3
4 7.19 Marianna G. Eystberg Klaksvík 3
5 7.51 Tóra Isaksen Klaksvík 3
Dreingir undir skúlaaldur
Nr. Tíð Navn Umboðar aldur
1 4.26 John Viljam Johannesen Treysti 6
2 4.29 Páll R. Weihe Bragdið 5
3 4.29 Tórur Justesen Klaksvík 6
4 5.07 Fríði Sigurðsson Klaksvík 6
5 5.10 Alvi Mikkelsen Klaksvík 5
6 5.31 Beinir Johannesen Treysti 4
7 5.55 Steingrímur Hallson Bragdið 4
8 6.12 Hjørtur Ellingsgaard Tórshavn 5
9 6.21 Osvald á Marknagili Klaksvík 4
10 6.32 Jósvein Joensen Klaksvík 5
Gentur 1.-3. Flokk
Nr. Tíð Navn Umboðar aldur
1 3.51 Vilbjørg Johannesen Treysti 9
2 3.59 Jórun Klakstein Klaksvík 8
3 4.07 Louisa Østerø Klaksvík 8
4 4.11 Jónvør Christiansen Klaksvík 7
5 4.28 Elsebeth Danielsen Klaksvík 7
6 4.32 Guðrið Eystberg Klaksvík 6
7 4.35 Gunnrið Fríða Joensen Klaksvík 6
8 4.42 Monika Joensen Klaksvík 8
9 4.44 Erla Vang Klaksvík 9
10 4.45 Bergfríð Joensen Klaksvík 6
11 4.48 Elsa Krosstein Klaksvík 8
12 4.57 Ebba Isaksen Klaksvík 7
13 4.58 Monika Biskopstø Klaksvík 6
14 5.26 Hanna Sigurðsson Klaksvík 7
15 5.29 Sólrun Larsen Klaksvík 6
Dreingir 1.-3. Flokk
Nr. Tíð Navn Umboðar aldur
1 3.32 Ivan Joensen Klaksvík 9
2 3.37 Sigmund Olsen Hvannasund 9
3 3.48 Teitur Hansen Treysti 9
4 3.52 Aksel Dalsgaard Klaksvík 8
5 3.52 Gunnar Christiansen Klaksvík 9
6 4.16 Ragnar Danielsen Klaksvík 9
7 4.34 Agnar Frederiksen Klaksvík 8
8 4.46 Ásbjørn Vang Klaksvík 7
9 5.13 Marno Guðjonsson Klaksvík 9
10 5.38 Jóhan Jacobsen Hvannasund 9
Gentur 4.-6 flokk
Nr. Tíð Navn Umboðar aldur
1 3.34 Karina Hansen Treysti 12
2 3.43 Christa Weihe Bragdið 10
3 4.27 Karla Isaksen Klaksvík 10
Dreingir 4.-6. Flokk
Nr. Tíð Navn Umboðar aldur
1 3.02 Álvur F. Christiansen Norðdepli 12
2 3.14 Hjalti Heðinsson Klaksvík 11
3 3.16 Jan Elmar Sørensen Treysti 9
4 3.26 Bogi Jacobsen Treysti 9
5 3.37 Tummas Jstinussen Bragdið 11
6 4.03 Emil Biskopstø Klaksvík 10
7 4.12 Olvheðin Jacobsen Hvannasund 11