Suðurkoreanska Daewoo fyritøkan, ið varð stovnað í 1967, hevur gjørt bilar í mong ár í samstarvi við Mercedes og General Motors.
Umframt bilar gera teir eisini harðar hvítvørur, teleútgerð, flogfør, trukkar, eins og teir hava skipasmiðjur og annan tungan ídnað.
Fyrstu bilarnir frá Daewoo Motor Company, sum komu higar til lands fyri nøkrum arum síðan, vóru somu bilar, sum Opel við smáum broytingum.
Eftir japanskari fyrimynd
Daewoo Leganza, ið hevur verið á marknaðinum eina tíð, er ein sera væl útgjørdur luksusbilur, sum fæst í útgávunum SX og CDX. Tað merkist, at bilurin er gjørdur eftir japanskari fyrimynd, kvaliteturin er í ordan, og alt virkar væl gjørt við góðum kvaliteti. Motorurin er ein 2.0 litur D-TEC við 133 hk, við góðari kraft og lýkur sjálvt tey strongu norðuramerikonsku krøvini til umhvørvið. Koyrieginleikarnir eru góðir og bilurin er eins lættur at koyra, og ein lítil bilur, serliga av tí at servostýringin blívur lættari tá man t.d. koyrir til býnum.
Alla hugsandi útgerð
Innan er alt man kann hugsa sær, sum til dømis leðursetur, har setrini framman hava hita og kunna stillast elektriskt, heilautomatiskt klimaanlegg, fartpilot, el-rútar, el-síðuspegl við hita. Umframt hetta hevur bilurin alu-felgur og nógva aðra útgerð. Umframt luksusbilin Leganza, hava Daewoo annars eitt stórt úrval av modellum, heilt frá tí minsta Matiz til Lanos, Tacuma, Nubira og jeepin Musso. Daewoo bilarnir hava 3 ára mekaniskt garanti, ella 100.000 km, 3 ára lakkgaranti og 6 ár móti gjøgnumtering.
Daewoo Leganza 2.0 CDX
Motorurin 2.0 litur 4 syl. 16V 133 hk
0-100 km/t 10,2 sek
Bensinnýtsla 10.9 km/l
Dekkstødd 205/60-15
Stødd og vekt
Longd 467,0 cm
Breidd 178,0 cm
Hædd 144,0 cm
Eginvekt 1225 kg
Viðførisrúm 400 litrar
Prísur kr.219.700,-
Søluumboð P/F Esmar Simonsen
Kambsdalur
FO-530 Fuglafjørður
Tel. 444405