Daewoo Kalos kemur á marknaðin í heyst

Meðan tað dregur út við samráðingunum millum Daewoo og General Motors, eru ikki so nógvar nýggjheitir komnar frá koreansku bilverksmiðjuni, men ein glotti er tó at hóma, við tað at Daewoo Kalos kemur á marknaðin í heyst

Daewoo Kalos verður á leið somu stødd sum til dømis Fiat Punto, Peugeot 206 og Opel Corsa. Talan er um ein rúmligan bil, sum í fyrstu atløgu kemur sum hatchback við 5 hurðum. Seinni kemur ein sedan útgáva. Tríggjar motorstøddir verða at velja ímillum frá 71 til 105 hk. Jens Petur Jensen, sølumaður hjá Esmar Simonsen, væntar at teir fyrstu bilarnir vera her í heyst.