Daewoo - fleiri nýggjheitir á veg

Eftir nøkur ár við óvissu um framtíðina hjá Daewoo, verður koreanska verksmiðjan nú stýrd av General Motors. Við hesum samstarvi byrjar ein nýggj tíðarrokning hjá Daewoo. Fleiri nýggir Daewoo bilar eru á veg

Nýggja felagið eitur GM Daewoo Auto & Technology Company. Hetta felag hevur yvirtikið verksmiðjurnar og eina menningarmiðstøð í Suðurkorea og eina stóra eykalutagoymslu í Hollandi.
Fyrsti bilurin í nýggja samstarvinum er Daewoo Kalos, ið nú kemur á marknaðin. Kalos er teknaður av italska bildesignar-anum Giugiaro. Talan er um ein bil í umleið somu stødd sum t.d. Citroën C3 og Skoda Fabia við smartum og nútímans linjum.
Motorurin er ein 1,4 litur 4 syl. bensin við 83 hk. Bilurin kemur í fyrstu atløgu sum hatchback við 5 hurðum, seinni kemur ein útgáva við 3 hurðum og ein sedan.
Umframt Kalos kemur ein heilt nýggjur Daewoo Evanda, ið avloysir fyri tann størra Daewoo Leganza. Tann bilurin er í stødd við Ford Mondeo og VW Passat. Uttanfyri Evropa eitur tann bilurin Daewoo Magnus. Í oktober kemur ein avloysari fyri Daewoo Nubira. Kalos og Evanda koma á føroyska marknaðin í apríl/mai, sigur Jens Petur Jensen sølumaður hjá P/F Esmar Simonsen, Daewoo umboðnum á Kambsdali.