26 ára gamli Boubacar Dabo úr Senegal hevur skift til EB/Streym, boðar felagið frá í dag. Hann fer nú í gongd við sítt triðja kappingarár í føroyskum fótbólti.
- Dabo kann røkja øll offensivu plássini á vøllinum og hevur leikt 43 dystir og skotið 10 mál í Betrideildini, skrivar EB/Streymur.
Avtalan er galdandi fyri 2024. Boubacar Dabo hevur verið á venjingarlegu saman við EB/Streymi í seinastuni. Tveir aðrir útlendskir spælarar hava eisini vant við, men enn er óvist um teir koma at spæla við.