Dabo legði bragdliga fyri

1. DEILD: Við heimasigri ímóti HB lyfti B68 seg í kvøld nærri bjargingini

Fyrr í summar bað Boubacar Dabo B68 farvæl. Hann for av landinum, eftir at hann hevði sæð reyða kortið og síðani varð sektaður við longum leikbanni. Dabo spældi 11 dystir í bestu deildini, áðrenn hann fór av landinum, og hann skoraði tvey mál – bæði 30. apríl í 3-1 sigrinum ímóti ÍF á útivølli.

 

Nú er Dabo aftur á Svangaskarði, og í kvøld var hann fyri fyrstu ferð síðani summarsteðgin aftur í landskappingardysti. Tað var í næstbestu deildini, har B68 hevði vitjan av HB. B68 vann 3-1 eftir hálvleiksleiðsluna 3-0.

 

Boubacar Dabo legði í 12. minutti B68 á odda, og eftir stóran hálvan tíma øktu Esmar P. Clementsen og Óli H. Olsen um munin, sum altso var 3-0 eftir fyrra hálvleik.

 

12 minuttir undan leikloki minkaði Jógvan Esmar Ósá um munin til 3-1.

 

B68 er næstaftast við 17 stigum. Tað eru tvey stig fram til FC Hoyvík.

 

Skála181512511046
NSÍ181323431741
Víkingur181116412834
181008353030
B3618738402924
HB18639353621
B7117638303521
FC Hoyvík18549274119
B68195212214917
EB/Streymur18131417656

 

 

 

Hinir fýra dystirnir í 19. umfari vera spældir í morgin:

 

KÍ – NSÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 18.00

 

Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 14.00

 

Skála – FC Hoyvík: Høgni Madsen kl. 19.00

 

B71 – B36: Rani A. Skaalum kl. 16.30