Tað ljóðar, at B68 verður uttan Boubacar Dabo restina av kappingarárinum. 25 ára gamli senegalesin skal vera farin av landinum í morgun, og hevur ikki í sinni at koma aftur.
Hann hevur júst fingið leikbann í seks dystir, fyri at sláa Viljorm Davidsen í andlitið í dysti á Toftum millum B68 og HB. B68 hevur kært dómin, men tað sær út til at tann kæran ikki kemur at hava nakran týdning.
Boubacar Dabo kom til B68 í fjør. Hann vísti framúr eginleikar í upptaktini og var ein lyklaspælari farna kappingarár. Hann skoraði sjey mál í 25 dystum. Eitt av teimum var í minniliga sigurin á grannunum í niðurflytingaruppgerðini teirra millum.
Í ár hevur Boubacar Dabo spælt 11 dystir, men tað er bara blivið til tvey. Bæði í 3-1 sigri á ÍF. B68 liggur á sjeynda plássi við 11 stigum – bara tvey frá niðurflytingarstrikuni. Felagið er eisini í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.











