Dabo aftur til B68

Betri deildin menn: Boubacar Dabo verður aftur at síggja á Toftum

25 ára gamli Boubacar Dabo kvetti við B68 í summar, men nú verður hann aftur at síggja á Toftum. Bóltsnillingurin úr Senegal fekk reytt kort og leikbann í seks dystir, og valdi stutt seinni at gevast í B68.

 

Nú verður sagt úr B68, at stjørnuspælarin er á veg aftur til felagið. Tað hevur ikki eydnast honum at finna eitt nýtt felag, og hann hevur víst stóran áhuga fyri at koma aftur til B68.

 

Flytingarvindeygað er latið aftur, men av tí at hann ongantíð alment er farin úr felagnum, so kann hann innlimast aftur. B68 hevur selt Aiden Liu til týskan fótbólt og Jónas Warner er farin aftur til barndómsfelagið.

 

Tí kemur tað væl við á Toftum, at Boubacar Dabo nú kemur aftur til landið, eftir at hava sitið leikbannið, ið hann fekk móti HB. Tað gongur strilti at samla sær stig saman í landskappingini, men liðið hevur annað beinið í steypafinaluni.

 

# LiðDVJTMFMMStig
1 17160145103548
2 HB18132349123741
3 B3618131440172340
4 Víkingur18103539192033
5 07 Vestur189273229329
6 EB/S1751111532-1716
7 TB1843111241-2915
8 B681835101934-1514
9 ÍF1840141747-3012
10 AB1831141340-2710