Da Vinci mysteriet í rættin

Tað er ein góð søga, høvundurin Dan Brown borðreiðir við í Da Vinci mysteriet. So góð, at meir enn 30 milliónir lesararar hava gjørt hana til heimsins mest lisnu bók í heiminum í løtuni. Ein uppaftur betri søga er tað kanska, at høvundurin hevur stolið hugskotið frá 23 ára gamla metseljaranum Holy Blood, Holy Grail.

Tað pástendur í øllum førum ein av høvundunum at bókini, Michael Baigent. Hann hevur tískil stevnt Dan Brown, og eftir ætlan skulu teir báðir hittast í rættinum í februar.
Tað tók høvundunum at Holy Blood, Holy Grail næstan sjey ár at skriva bókina, og teir eru ikki sinnaðir at lata Dan Brown taka æruna fyri hugskotið og bygnaðin. Sum flestum kunnugt, snýr Da Vinci mysteriet seg um, at Jesus skuldi havt fingið eitt barn við Mariu Magdalenu, og at teirra eftirkomarar gjørdust partur av eini gamlari franskari kongaætt. Frægir limir í ættini sum Leonardo Da Vinci og Victor Hugo verða sagdir at hava gjørt alt fyri at fjala út yvir henda veruleika fyri ikki at máa alt støðið undan okkara siðbundnu kristnu trúgv.
Páhaldið um at hendan søgan also er stolin frá Holy Blood, Holy Grail hevur gjørt hesa bókina til ein uppaftur størri metseljara, men tað hevur ikki blíðkað Michael Baigent. Hóast málið ikki kemur fyri rættin fyrr enn næsta ár, hava bókhandlar eftir øllum at døma longu felt sín dóm. Holy Blood, Holy Grail verður nevniliga nú seld sum Bókin, Da Vinci Mysteriet er bygd á.