Dávur vann silvur

OYGGJALEIKIR: Dávur Magnussen tryggjaði sær silvur og føroyska liðið vann bronsu í landavegssúkklingini

Leingi lá Dávur á odda saman við Mihkel Räim frá Saaremaa, sum var ein av størstu favorittunum, men tá endaligi spurturin skuldi setast inn, var Räim tann stinnari og megnaði at koma á mál ein góðan minutt framman fyri Dáva.

Torkil Veyhe, sum veruliga ofraði seg í dag fyri liðið, kom á mál sum nummar fimm, og so var Gunnar Dahl-Olsen nummar 29, Jan Hjaltalin Olsen nummar 36 og Jóhann Brend nummar 47.

Saaremaa átti eisini súkklararnar á bronsuplássinum og fjórðaplássi, ávikavist Karl Patrick Lauk og Steven Kalf, so Saaremaa fekk fult hús og vann eisini gullið í liðkappingini framman fyri Manoynna við silvuri og Føroyar við enn einaferð bronsu.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra eina samrøðu, Rás 2 hevur gjørt við Dáva Magnussen á málinum.