Tað bleiv talan um tvey føroysk fimta pláss í býarkoyringini hjá monnum í býarsúkkling.
Dávur Magnussen lá væl fyri í fremsta feltinum, men í endaspurtinum endaði hann uttanfyri heiðursmerkjastríðið. Dávur kom á mál sum nummar fimm.
Torkil Veyhe bleiv nummar 15, Helgi Winther Olsen bleiv nummar 19, Gunnar Dahl Olsen bleiv nummar 32 og Jákup Petur Eliasen bleiv nummar 46.
Í liðkappingini blivu teir føroysku mennirnir samlað nummar fimm.
Í kvinnukappingini bleiv Maria Svabo Hansen nummar 17 og Elsa Berg bleiv nummar 21. Súsanna Skylv fullførdi ikki.
Í liðkappingini fingu føroysku kvinnurnar eitt samlað fjórða pláss, so Føroyar sluppu ikki uppá heiðursmerkjapallin í býarsúkkling í kvøld.
##ms##