Tað var Dávur Magnussen, ið vann seinastu av fimm einkultstartskappingum, ið Tórshavnar Súkklufelag hevur skipað fyri í heyst. Tað skrivar felagið á heimasíðu síni.
Leygardagin skipaði TSF fyri seinastu kappingini í Vetrakappingin 2016. Undan kappingini var Dávur Magnussen favorittur at vinna kappingina, og tað bleiv sum fyrireikararnir høvdu væntað: Dávur kom, sá og sigraði.
Saman við Torkil Veyhe koyrur Dávur Magnussen í sterkasta bólkinum í Danmark, A bólkinum, og við hesar súkklarar kunnu Jógvan Højgaard, Jóanis Albert Nielsen, Hilmar Hansen, Jan Hjaltalin og Gunnar Dahl-Olsen ikki gera so nógv við, og tó, munurin millum eitt og tvey var ikki so stórur. Einans 46 sekund skiltu Dávur Magnussen og Gunnar Dahl-Olsen. Meðan tíðin hjá Dáva Magnussen var 38 minuttir og 30 sekund, so var tíðin hjá Gunnari Dahl-Olsen 39 minuttir og 16 sekund. Tó skal sigast, at meðan Gunnar Dahl-Olsen koyrdi á einari einkultstartssúkklu, so koyrdi Dávur Magnussen á einari vanligari kappsúkklu. Tá hugsað verður um, at fitt av vindi var leygardagin, ja so verður sigurin hjá Dáva Magnussen enn flottari.
Eisini á annan var tætt millum nummar eitt og tvey, tí í samlaðu støðuni endaðu bæði Jógvan Højgaard og Gunnar Dahl-Olsen við 24 stigum samanlagt.
Og tað var eisini spenningur um triðja plássið, tí bert eitt stig skilti Jan Hjaltalin Olsen og Hilmar Hansen. Jan vann sær 17 stig og harvið eitt samanlagt triðjapláss.
Kappingin var skipað soleiðis, at fimm kappingar vóru, og skuldi ein súkklari kappast um samlaðu støðuna, so skuldi hesin luttaka í fýra av fimm kappingum. Tá Gunnar Dahl-Olsen var sjúkur í fjórðu kappingini, og Jógvan hevði ein "off-dag" í næstu kappingini, so gjørdist samlaða úrslitið, at báðir endaðu við 24 stigum. Eftirsum Gunnar Dahl-Olsen hevði eina betur plasering í seinasta umfari, so gjørdist hann samlaður vinnari av Vetrarkappingini 2016.
Veðrið var sum sagt gott, men fitt av vindi var í Kaldbaksbotni. Og so nógvur vindur var, at flest allir høvdu eina væl verri tíð á hesum teini, enn fyri tveimum mánaðum síðan, tá kappast var á júst sama teini.
Meðan Sámal Petur Danielsen vann leygardagin, so gjørdist Evald Rasmussen samlaður vinnari í motiónsbólkinum.
Hjá unglingum hevur bert ein luttakari verið, og tí var tað aftur Tóri Thorleifsson úr Vestmanna, ið bæði vann leygardagin og eisini samanlagt. Men hóast ongan at kappast við, so vann hann hann á sær sjálvum, tí í mun til allar hinar luttakararnar, so var Tóri einasti súkklari, ið kláraði seg betur í nógva vindinum leygardagin, enn 20. oktobur, tá hendan kapping byrjaði, og tá júst sami teinur bleiv koyrdur. So útfrá hesum kann sigast, at miðvísa venjingin hjá Tóra í heyst hevur gjørt mun.
Ein kvinna stillaði upp leygardagin, og Maria Svabo fekk eina heilt góða tíð. Hon koyrdi nemmiliga teir 24 kilometrarnar uppá 49 minuttir og 42 sekund.
Maria Svabo skal aftur komandi summar - saman við Team Rynkeby og umleið fimti súkklarum - koyra allan vegin úr Jútlandi til París, sum er ein teinur á umleið 1.200 kilometrar.
Eitt av endamálunum við hesari kappingini var, at kappingin skuldi verða ein fyrireiking til komandi Oyggjaleikirnar, sum verða á Gotlandi á summri 2017.
TSF hevur avgjørt, at tað aftur í vár verður ein líknandi kapping, ein kapping við fimm einkultstartskappingum, har tveir teinar verða umleið 45 kilometur, ið er longdin sum vanliga verður koyrdur tá kappast verður í einkultstarti á Oyggjaleikum.