Dávur er sonur Per í Niðara Gerði og Gustu, fødd Olsen av Heimbø. Sagt 
er um hann, at hann var vesælur og neyðarsligur smádrongur, hvørs 
fyrstu minni eru av sjúkrahúsinum. Kortini skuldi hann gerast Føroya 
yngsti forsyrgjari, tá pápin fórst við Emmanuel, tá Dávur bert var 5 
ára gamal og elstur av brøðrunum.
 
Dávur var ein av teimum hepnu, sum fekk útbúgving á universitetinum hjá Frú Bjarnadal longu frá at hann var 6 ára gamal. Tá mundi botnurin 
verða lagdur til ein seinni vælvirkandi knokk. Tað var ein fátøk tíð í 
tríatiárúnum, men Dávur minnist ikki at vera farin svangur til songar. 
Hann plagar at taka til, at tey vóru so fátøk, at tey ikki høvdu ráð at 
eta margarin, so tey ótu bara smør. Tað kundu tey vituliga kyrna 
sjálvi, tí kúgv var í kjallaranum.
 
Hvat ávirkaði hansara seinni lívsleið er kanska ivasamt, men hansara 
fyrsta arbeiði var vegarbeiði, at hampa um koyrivegin í bygdini fyri 
kommunu og løgting, og seinni at gera bakkavegin inn á Grønuskrið. So 
kom kríggið og so smíðaði hann barakkir og oljutangar og tá kríggið var 
av fór hann til Íslands at arbeiða á einum bóndagarði. Hann droymdi um 
at gerast skipari, men ferðirnar aftur og fram úr Íslandi og onkur 
sildartúrur við íslendingum munnu hava kurerað hann, tí stutt eftir fór 
hann í læru sum húsasmiður í Íslandi og er harvið ein av helst sera 
fáum føroyingum við íslendskum sveinabrævi.
 
Í 1949 var Dávur heima í Føroyum og vendi og bleiv tá giftur við Inger 
hjá Per Uppi í Toft bónda í Søldarfirði. Inger hevði eisini verið í 
Íslandi og tey fluttu aftur til Íslands eftir brúdleypið. Í 1950 verður 
Bára fødd og árið eftir flyta tey aftur til Føroya. Tá vóru ringar 
tíðir í Føroyum, men kortini var Dávur so heppin at hitta Niels Paula á 
Glyvrum, sum útvegaði honum arbeiði at gera bolverk á keiini í Runavík. 
Næsta arbeiði var at gera lærarahús í Lamba. Í 1952 gjørdi hann 
keivegin í Søldarfirði og so fór hann til SEV í Vestmanna. So varð 
Petur føddur. Og frá 1953 og eftir Sjóvinnubankakrakkið var at kalla 
alt svartasta armóð í Føroyum.
 
Dávur fór til Grønlands at arbeiða hjá Lamhauge & Waagstein. 
Heimafturkomin fekk Petur í Gong í Havn fatur á honum og Dávur fór at 
byggja Kommunuskúlan í Havn og seinni eisini Sjómansskúlan. Síðan var hann í Miðvági. Hann var hjá Landsbyggifelagnum. Á Eiði og norðuri í Vík, gjørdi keiir, vegir og hús. Og tað var eisini Petur í Gong, sum 
lokkaði hann til Klaksvíkar at byggja sjúkrahúsið í 59/60 - tá flutti 
Inger norður við báðum børnunum at búgva fyribils. Hetta "fyribils" 
vardi í 24 ár og "runu-Dávur" gjørdist ein ímynd í Klaksvík. Hann 
gjørdi keiarbeiði, hann gjørdi bátabrúgvarnar á Stongunum, vegin millum 
Hvannasund og Viðareiði og mangt mangt annað.
 
Í 1967 arbeiddi Dávur saman við Jógvan Gerðalíð við útstykkingum í 
Klaksvík. Teir gjørdust tað mann kann kalla "partnarar". Dávur teknaði 
og roknaði Jógvan tók sær av maskinunum. Bergmál, kallaðist felagið, 
sum kom at gera nógv arbeiði sum fráleið. Dávur gjørdi nógv onnur 
stórarbeiði, stórt keiarbeiði á Skála, í Norðdepli, hann gjørdi brúnna 
um Gøtugjógv og havnaarbeiði í Fuglafirði. Saman við svogrinum Rasmusi í Toft gjørdu teir stór havnaarbeiði í Skopun, trolhylin hjá Vónini og t.d. FK-bygningin í Fuglafirði - og ítróttarvøllin hjá ÍF! Fleiri 
lendingar gjørdu teir, og mong slík arbeiði komu aftrat, tá felagið 
fekk navnið Dekkon og fleiri komu við.
 
Arbeiðssøgan hjá Dáva er long og fyllir heilt bókaverk.
 
Dávur misti konuna Inger í 1986 av herviligari sjúku. Seinni rann saman 
millum hann og Mariu, einkjuna eftir Leif Berg, systkinabarn Dáva, ið 
var deyður stutt frammanundan. Tey giftust og hava nú Dávur fyllir 80 
verið saman í 18 ár. Dávur er raskur enn og sæst nærum hvønn dag við 
hamara ella sag í hond, umbyggir, fríðkar og snøggar, viss ikki fyri 
seg sjálvan, so fyri onkran annan í familjuni.
 
Føðingardagurin verður hildin í Elim í Søldarfirði sunnudagin 17. 
september frá kl. 17.
 
 
 
 
 










