Dávur hevur vunnið tveir sannførandi FM-sigrar

Dávur Magnussen er vinnari av FM í býarsúkkling og FM í einkultstarti

Hósdagin var FM í býarsúkkling á Velbastaði, og í gjár bleiv kappast um FM í einkultstarti í Hvalvík og Saksun. Dávur Magnussen vann í báðum førum sannførandi.

- Minnist at Dávur fyrr hvørki tímdi ella dámdi at koyra einkultstart. Vit royndu at eggja hann, tí vit sóu skjótt, at hann sat gott á súkkluni, og at kreftirnar hevði hann nógvar. Tað gjørdist betur og betur, og á Oyggjaleikum í Gotlandi misti eg næstan málið, tá hann á einari læntari einkultstartssúkklu, sum hann ongantíð hevði roynt áður, kom á mál stutt eftir vinnaran, sum var ongin annar enn Torkil Veyhe, sigur Gunnar Dahl-Olsen.

Silvur til Helga

Helgi W. Olsen hevði somuleiðis ein góðan dag á súkkluni. Hóast hann fyri kortum hevur stríðst við krím, so var hann til dystin fúsur, og vann sær eitt flott annaðpláss. Tvær kappingar, og tvey silvur heiðursmerkir til Helga. 

- Góð uppmøting og spennandi var at standa á málinum og fylgja við tíðini, tí tætt var millum Helga, Jákup Petur Eliasen og Andrass Joensen. Meðan bert 19 sekund var millum silvurið og bronsuna, so vóru tað enn minni millum 3. og 4. plássið. 15 sekund vóru millum Jákup Petur og Andrass. Jákup Petur vann bronsu í Býarsúkklingini, og aftur í gjár megnaði hann at vinna sær pláss á sigurspallinum, skrivar Tórshavnar Súkklufelag.

Tvær kvinnur kappaðust um FM heitið, og aftur í gjár átti Elsa Berg munin. Meðan Elsa Berg brúkti 37 minuttir og 4 sekund um teir 18 kilometrarnar, so súkklaði Rigmor Rasmussen teinin uppá 39 minuttir og 43 sekund.

Kvinnur og motiónistar koyrdi sama tein sum Opin Bólkur. Vinnari av motiónsbólkinum gjørdist Jens Mortan Rasmussen, sum brúkti 33 minuttir og 48 sekund um teinin.