Dávid vann DM-silvur frammanfyri stórari fjøld

(Rás2) Hoyr DM-silvurvinnaran í Taekwondo, Dávid á Lakjuni greiða frá kappingini í Odense og komandi avbjóðingum.

Ígjár bleiv 17 ára gamli, Dávid á Lakjuni úr Fuglafirði nummar tvey í danmarksmeistaraskapinum í Taekwondo fyri menn í bólkinum undir 59 kg.

 

 

 

Dávid á Lakjuni er systkinabarn kenda Taekwondo-íðkaran og venjaran, Høgna Kunoy Dávason, sum hevur gjørt nógv fyri at fáa undirtøku fyri Taekwondo í Føroyum. Høgni Kunoy Dávason er eisini venjari hjá Dávidi, hóast Høgni er fýra ár yngri enn Dávid.

 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd beinleiðis á Rás2 við Dávid á Lakjuni fyrr í dag.

 

 

 

Í samrøðuni greiðir Dávid á Lakjuni hvussu ótrúligt tað var at kappast í einari finalu frammanfyri einari stórari mannfjøld, har tað var stórur áhugi fyri finaluni, og ikki minst tí bert 13 ára gamla venjaranum. Dávid á Lakjuni greiðir frá, at hann og venjarin fingu nógv góð orð við á vegnum fyri tað góða avrikið.

 

 

 

DM-silvur gevur Dávid á Lakjuni treystið til at venja enn harðari fyri at fáa góð úrslit í Taekwondo. Komandi avbjóðingin er ein kapping fyri felagslið í Esbjerg í Danmark. 

 

 

 

Í samrøðuni greiðir Dávid á Lakjuni eisini frá hvussu langur ein Taekwondo-dystur er, og hvussu ein Taekwondo-dystur verður avgjørdur.

 

 

 

Føroysku Taekwondo-íðkararnir koma heim til Føroya við flogfarinum í kvøld.