Skála liggur trygt á kósini, sum ber uppflyting í bestu deildina við sær.
Í kvøld var Skála fyri fyrstu ferð síðani niðurflytingina á heimavølli. Í tveimum báðum fyrstu dystunum hevur Skála vunnið á útivølli ímóti AB og EB/Streymi – ávikavíst 1-0 og 3-2.
Á heimavøllinum undir Mýruhjalla í kvøld vóru gestirnir hjá skála teir næstbestu hjá KÍ. Úrslitið var 1-0 til heimaliðið. Málið varð skoraði í síðstu sekundunum í fyrra hálvleiki.
Málskjútti var Dávid Johansen, sum higartil í ár hevur verið fremsti maður í álopinum. Í hesum plássinum hava Jan Ingason Hansen og Aksel B. Danielsen ofta verið. Felags fyri teir báðar er, at teir hava verið skaðadarvaðir higartil í ár. Í kvøld vórðu teir báðir skiftir inn í seinna hálvleiki.
Málið, sum 24 ára gamli Dávid Johansen skoraði í kvøld, var tað fyrsta yvirhøvur, sum hann hevur skorað á besta liðnum hjá Skála.
Meðan tað higartil hevur gingið sum eftir ánni hjá Skála, so hevur úrtøkan hjá teimum næstbestu í KÍ verið so soltin sum sjáldan ár. KÍ hevur tapt allar tríggjar dystirnar. Umframt 1-0 á Skála í kvøld so hevur KÍ tapt 4-1 á útivølli ímóti B71 og 2-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy.
Avrikið í kvøld kundi bent á, at KÍ liðið, sum er samansett av ungum spælarum og einstøkum veteranum, er um at koma seg, tí KÍ hevði sjey hornaspørk, og Skála hevði tvey hornaspørk.