Dávid Reinert Hansen er settur sum tekniskur leiðari í Runavíkar kommunu.
Runavíkar býráð avgjørdi á fundi í gjár at seta Dávid Reinert Hansen í starv sum nýggjan tekniskan leiðara hjá kommununi. Hann tekur við starvinum eftir Oyvind Brimnes.
Dávid Reinert Hansen er 51 ára gamal og hevur útbúgving sum sivilverkfrøðingur umframt eftirútbúgvingar.
- Hann hevur nógvar og fjølbroyttar arbeiðsroyndir frá stórum føroyskum verkætlanum. Dávid Reinert Hansen byrjar í starvinum hin 1. mars, skrivar Runavíkar kommuna á síni heimasíðu.










