Hesar kanningar hava víst, at umleið ein tíggjundapartur av okkum menniskjum hava sterkari kenslur fyri okkara egna kyni enn fyri hinum kyninum. Tað kvøkkaði mangan mann, fyrst tá ið tað kom fram, men verður í dag tikið sum veruleiki av mentaðum fólki. Nógv lond runt í heiminum hava tikið hetta til eftirtektar og sett lógir í gildi, so tað ikki er bannað at maður kann liva við manni og kvinna við kvinnu eftir teirra innastu kenslum og sannføring.
Hvat grundarlag, vit skulu byggja á, tá ið vit umhugsa og gera lógir, man fyrst og fremst vera at brúka okkara skil og byggja á tann etikk, sum vit meta vera rættan.
Gomlu jødarnir høvdu sín moralkodeks. Vit í dag brúka ikki alt tað, sum teir mettu var neyðugt í teirra samfelag, í teirra støðu tá. Men vit hava teimum nógv fyri at takka, m. a. orðini "trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin."
Í einum brævi herfyri í Sosialinum nevndi eg, at longu í gamlatestamentutíðini funnust menn, sum løgdu ást við menn; tað sigur, hvussu rúmlig Bíblian er, at hon vil nevna, at Dávid og Jónatan elskaðu hvønn annan.
Lat meg til seinast takka Inga Kirke fyri øll tey skriftstøð, hann blakar eftir mær. Eg kendi tey øll frammanundan. Og míni viðurskifti við Várharra nýtist tú, Ingi Kirke, ikki at bekymra teg um. Várharra og eg hava góð viðurskifti okkara millum.
Lat okkum ikki fáa Taleban-líknandi tilstandir við trúarfundamentalismu í Føroyum ella slíkt, sum í USA førdi til, at ein kristin fundamentalistur drap ein lækna, sum lógliga arbeiddi við fosturtøku.