Dávid er aftur í KÍ

Undan B36 vitjanini er óvissa um tveir av lyklaspælarunum í Klaksvík

Tíðliga seinnapartin var venjingardystur í Fløtugerði í Fuglafirði, har klaksvíkingar vóru gestir hjá ÍF.

Í dag høvdu klaksvíkingar bara seks millum teir fyrstu ellivu, sum spældu mest í fjør. Ivaleyst fara onkrir av hinum, sum ikki vóru við í dag, at vera við til at manna liðið um eina viku, tá ið B36 verður gestur í Klaksvík í fyrsta umfari í landskappingini.

Millum teir, sum einki sást til í dag, vóru liðformaðurin Jákup B. Andreasen og Páll A. Klettskarð. Felags fyri teir báðar er, at teir eru skaddir, og tað er ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla um eina viku. Jákup B. Andreasen hevur trupulleikar í lærkrikanum, og Páll A. Klettskarð hevur brákað eitt riv.

Merkisvert var, at Dávid Langgaard var vongverji í høgru hjá KÍ í fyrra hálvleiki. Í fjør spældi hann við ÍF, og fyrr í ár skrivaði hann sáttmála við AB. Fyri tveimum vikum síðani visti bolt.fo at siga, at Dávid var givin á Argjum. Orsøkin segðist vera, at hann ikki hevur stundir at venja og spæla fótbólt.

Tað skilst, at Dávid og KÍ hava ikki skrivað undir sáttmála. So fer tað at vísa seg, um hann fer at spæla seinni í summar, tá ið próvtøkurnar eru av.

KÍ vann 4-1. Jóannes Bjartalíð staðfesti sigurin við brotssparki. Boris Dosljak setti hol á, og innskifti Jóannes K. Danielsen skorað, eftir at Milos Budakovic hevði hálvbjargað, tá ið Jóannes Bjartalíð royndi seg við frísparki. Patrik Johannesen sendi úr nett somu støðu úr vinstru, har Jóannes hevði roynt seg, og aftur við frísparki bóltin í ÍF málið.

ÍF minkaði um munin til 2-1 við brotssparki, sum liðformaðurin Jan Ó. Ellingsgaard setti í netið.

At ÍF felagsskapurin hevur tað gott sást fyrrapartin, tá ið eldsálir vóru á og kring vøllin í Fløtugerði og ruddaðu.

Um eina viku skal ÍF í fyrsta umfari spæla á Skála.