Almenn vitjan
Tað var ein hátíðarløta, tá ið íslendski forsætisráðharrin, Dávið Oddson, kom til Vágs beint fyri døgverða í gjár.
Í fylgi við Løgmanni og øðrum almennum umboðum úr Føroyum og Íslandi, kom íslendski forsætisráðharrin til Vágs við Brimli klokkan 11.30 í gjár og tað hevði heilt fitt av fólki leitað sær oman á bryggjuna at taka ímóti í góðveðrinum.
Og vágbingar høvdu fyrireikað seg væl, til vitjanina, bygdin var flaggskrydd og tað var meiri enn so enn at okkurt íslendskt flagg eisini var at síggja og allur skúlin var komin oman á keiina at taka ímóti við íslendskum og føroyskum fløggum, samstundis sum hornorkestur spældi nøkur løg.
Býráðslimir í Vági við makum og borgmeistaranum, Jógvani Krosslá, sum hevði fingið sær borgarstjóraketuna um hálsin til hetta høvið, á odda, stóðu fyri gestunum, tá ið teir komu í land og tað var ein fryntligur og vælupplagdur forsætisráðharri, sum heilsaði uppá almenna fylgi úr Vági, men hann gav sær eisini stundir at práta við fólk og at heilsa upp á skúlabørnini, sum vóru møtt upp at vísa honum heiður.
Stórur dagur
Í vælkomurøðu síni segði Jógvan Krosslá at hetta var ein stórur dagur fyri Vágsbygd.
Hann vísti eisini íslendska forsætisráðharranum á, at suðuroyingar høvdu havt sera nógv og gott samstarv við íslendingar upp ígjøgnum tíðirnar.
?Og tað búgva eisini nakrir íslendingar í Vági, sum gott samstarv er við og Vágur hevur eisini vinabýir í Íslandi.
Borgarstjórin í Vági segði, at løtur sum hesar eiga at vera virdar.
? Tað er neyðugt at kenna hvønn annan, tí tað gevur eitt betri samstev og tað hava vit brúk fyri úti í Atlantshavinum, tí vit skulu liva av tí, vit sjálvi hava, tað vita vit.
? Men tað krevur sítt og tað krevur góðarar leiðarar. Og tað er neyvan nakar føroyingur, sum ikki er góður við Dávið Oddson, segði Jógvan Krosslá og vísti á kvoturnar, vit høvdu fingið frá íslendingum í kreppuárunum í nítiárunum.
Vegn øll fólk í Vági og allar suðuroyingar sum heild, beyð hann sostatt Dáviði Oddsyni at vera vælkomnum til Vágs.










