Klaksvík fær 14. apríl eitt hús við venjingarhølum til tónleikabólkar. Dávavirkið sum verður rikið av Virkishúsinum, hevur 8 nýggj venjingarhøli og eina konserthøll.
Í 80?unum varð prátað um Klaksvík, sum tónlistarliga høvuðsstaðin í Føroyum, men longur og longur er blivið ímillum stórhittini úr Klaksvík, her hava Eysturoyggin og Havnin yvirhálað innanum. Men við hesi verkætlan, ið á nógvar hættir minnur um Margarinfabrikkini í Havn, kann hetta broytast almikið. Tann týdningur Margarinfabrikkin hevur havt fyri tónleikalívið í høvuðsstaðnum er ótrúligur.
Á Dávavirkinum verða tvey stór høli, tvey miðal høli og tríggjar boksir. Virkishúsið kemur at umsita hølini, sum einhvør einstaklingur ella bólkur kann leiga.
Eisini verður møguligt hjá øðrum at skipa fyri konsertum og tiltøkum annars í konserthøllini, sum hevur pláss fyri umleið 150 áhoyrarum. Um tú hevur tørv á einum venjingarhøli, so ber til at ringja til Virkishúsið á telefon 458510 ella 288510.
Ella við at støkka inn á gólvið gerandisdagar frá kl. 14.30 til kl. 22.30 í Virkishúsinum á Klaksvíksvegi 57.
Dávavirkið letur dyrnar upp leygardagin tann 14. apríl. Helst verður skipað fyri onkrari spennandi konsert hendan dagin, so tað er at fylgja við og leggja leiðina inn á gólvið.
- Vit á Virkishúsinum gleða okkum til at síggja tykkum øll í Dávavirkinum, skrivar tey á myspace heimasíðuni hjá Dávavirkinum: myspace.com/davavirkid