Dávaslagið hevur ættarstevnustevnu

Tann 18 august hevur Dávaslagið ættarstevnustevnu. Eftirkomararnir hjá Gamla Dáva í Sørvági fara at skipa fyri ættarstevnu í Vágum tann 18. august í ár.

Eini 15 fólk hava í langa tíð fyrireikað hesa stevnu. Tey hava roknað seg fram til, at o.u. 2000 fólk hoyra til ættina, og tey vilja fegin, at so nógv, sum gjørligt, kunnu hittast á stevnuni. Mest sum øll ættartalvan er skrivað og útgreinað.


Sum tað sæst niðanfyri, er ikki so løgið, at ættin er vorðin so stór. Gamli Dávur var tvær ferðir giftur. Fyrra konan var Marin Elisabeth Davidsen, og fingu tey dóttrina Elspu, vanliga nevnd Dáva Elspa, sum búsettist á Slættanesi.


Dáva Elspa átti 8 børn, og 3 hava eftirkomarar. Seinna kona Gamla Dáva var Ada Maria, og fingu tey 9 børn: Dáva Rasmus í Sørvági, átti 11 børn, og 7 hava eftirkomarar, Catrina Maria í Sandavági, átti 7 børn og 6 hava eftirkomarar, Marin Elisabeth í Miðvági, átti 6 børn og 4 hava eftirkomarar, Dáva Jóhanna í Sørvági, átti 4 børn og 3 hava eftirkomarar, Lítli Dávur í Sørvági, átti 4 børn og 3 av hava eftirkomarar, Niels Jacob (doyði fýra ára gamal), Dáva Lisa í Sandavági, átti 3 børn og 2 av hava eftirkomarar, Dáva Nicolina í Sørvági, átti 4 børn og 3 hava eftirkomarar, Dáva Andrias í Sørvági, átti 5 børn og 2 hava eftirkomarar.


Tey, sum vilja vita meira um ættarstevnuna, kunnu seta seg í samband við onkran av fyrireikarunum. Tey hava býtt seg sundur soleiðis, at ein varðar av hvørjum av børnunum, og tey, sum halda seg hoyra til eina ávísa grein, kunnu seta seg í samband við kontaktpersónin fyri ta greinina.


Dáva Elspa Sonni Nielsen sonie@kallnet.fo 333486/533486

Dáva Dánial Maud Ørvarodd oddmar@post.olivant.fo 332762/267962

Lítli Andrias Ásbjørg Davidsen asda@email.fo 332235/532235

Hans Niklái Lív Vilhelmsen liv.vilhelmsen@skulin.fo 212530

Dáva Palli Ruborg Zachariassen rz1319@post.olivant.fo 332192

Dáva Martina Eiley Weihe weihe-e@post.olivant.fo 332246/212246

Katrina Maria Andrea Nielsen joanis@post.olivant.fo 333361/282361

Marin Elisabeth Jóhannes Dam Hansen bjork@post.olivant.fo 332576/228176

Marin Elisabeth Dagbjørn Hansen bjork@post.olivant.fo 333210/217421

Dáva Jóhanna Valdemar Simonsen vs@post.olivant.fo 214251/332861

Lítli Dávur Dagmar Leonsson dagmarleonsson@kallnet.fo 333118

Dáva Lisa Eydna Gregersen eydna.gregersen@luna.fo 210916/333245

Dáva Marius Nancy og Marius Davidsen marius@atlantic.fo 333262/213703

Dáva Nicolina Niels Nielsen nielsj@post.olivant.fo 332345

Dáva Andrias Dorit Simonsen dorit@post.olivant.fo 333072/213072


Hevur onkur okkurt serligt ynski í samband við dagin ella okkurt serligt hugskot til fyrireikararnar, eru tey hjartaliga vælkomin at skriva til: dorit@post.olivant.fo

_________________________________________________________________________


Skrá fyri stevnuna hjá Dávaættini

í Vágum 18. august 2007.


Klokkan 12.00: Vælkomin og ábit í Høllini í Sørvágs skúla, kunning um ættina, myndaframsýning og gongutúrur í bygdini.

Klokkan 19.00: Veitsla í Ítróttarhøllini á Giljanesi, døgurði við trimum rættum, dansur, kaffi køkur og morgunmatur.


Kostnaður uttan drykkjuvørur: vaksin kr. 300,- og børn undir 12 ár kr. 150,-. Tilmelding við at gjalda á konto 6460-175.378.0 áðrenn 18. juli 2007. Møguleiki verður at keypa fløgu ella bókling um ættina.