Dúva upp á klaksvíkingar

Tað var kanska ikki gamalt, men í hesum døgum er eingin loyna, at tey í HB hava stórt álít á og stórar vónir til klaksvíkingar.
Í fyrsta lagi, so var tað ein klaksvíkingur – enn tá sonur borgarstjóran í Klaksvík – sum sendi bóltin í toftamálið, soleiðis at HB enn er við í stríðnum um FM.
Hartil, so skal KÍ vinna á EB/Streymi á seinasta leikdegi, um tað skal verða møguligt hjá HB at taka FM-heitið úr favninum hjá EB/Streymi. Sjálvir spæla havanarmenninir tá í Havn móti ÍF, men lítið er ivast í, at nógv lurtitól kring vøllin tá fylgja við í, hvussu gongst klaksvíkingunum.