Eyðun á Borg
DØTUR: Spell, at nógvir føroyingar siga fleiri døtrar og ikki døtur, sum er tað rætta. Ja, sjálvt foreldur, sum eiga døtur, siga døtrar!?
Í onkrari sjónvarpsskrá í bløðunum hevur hetta orðið staðið í fleiri mánaðir (ein mánaður). Er annars eingin rættlestur í bløðunum longur?
Hví munnu fólk siga døtrar og ikki døtur?
KÁ (KA):Takk fyri viðmerkingina, Sjúrður!
Hugaligt, men tú tekur heldur rívan til! Jú, eg grynni væl. Vit grynna, um vit ikki vassa ov langt út.
Fyrr í tíðini lærdu vit at siga bókstavirnar á donskum: hå og kå. Nú á døgum munnu allir skúlar læra børnini at siga bókstavirnar á føroyskum: há og ká!?
Á-ljóðið í ká verður jú úttalað a (ikki fyrra a) á norðoyamáli. Vit skulu sjálvandi varðveita bygda- og oyggjamálini.
Tískil eitur liðið KÁ Í (KA Í) ! Sera einfalt.
KÁ Í vann steypsdystirnar á Skála! KÅ Í vann ikki á Skåla!?
Á Borg á Argjum 2. oktobur 2006
Við tvítýddari malkvøðu