Mong eru tey, ið eru skelkað av deyðanum hjá amerikansku songkvinnuni, Whitney Houston. Og kanska er tað einasta dóttur hennara, 18 ára gamla Bobbi Kristina Brown, sum er mest skelkað. Á sama hotellinum sum mamma hennara doyði, fekk hon ein tilburð av angis í gjár.
Hon varð tí løgd inn á sjúkrahús í Los Angeles.
Løgreglan váttar, at hon varð koyrd á sjúkrahúsið av heilsuligum ávum.
Bobbi Kristina stóð altíð mammu síni, Whitney Houston, nær. Tær vóru farnar at spæla inn sangir saman, og mamman var hennara heilt stóra fyrimynd.
Skrivað hevur Neli Heldarskarð