Dóttir Whitney Houston hevur tað frægari

18 ára gamla dótturin hjá Whitney Houston, sum doyði herfyri, Bobbi Kristina Brown, hevur tað nú betur eftir jarðaferðina 19. februar.

 

– Hon hevur nógv at berjast við í løtuni, men hon ger framstig hvønn dag, og henni dámar væl at vera í Atlanta, sigur ein kelda.

 

Bobbi Kristina var saman við mammu síni til brádliga deyðan á Beverly Hills Hotel tann 11. februar. Tá ið hon fekk tíðindini um, at mamman var deyð, varð hon bráðfeingisinnløgd við angist.

 

Amerikanskir miðlar hava skrivað, at Bobbi Kristina kann vera í vanda fyri at gera eins og foreldur síni – gerast rúsevnismisnýtari.

 

Sambært US Magazine hava vinir hennara biðið hana farið í viðgerð fyri misnýtslu av rúsevnum.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð