Ein kvinna í New Orleans, sum var í ferð við at rudda í húsaleivdunum eftir ódnina Katrina, fann nú um dagarnar ein plastikkposa við næstan 30.000 dollarum.
Kvinnan fann posan í einum veggi í einum húsum, sum rapaðu í ódnarveðrinum. Hon sigur við fjølmiðlarnar, at hon var í ferð við at raka ymiskt órudd saman við einari rívu, tá hon fekk eyga á posan. Tá hon tók hann upåp, vísti tað seg, at hann var fullur av 100-dollaraseðlum.
Kvinnan fór alt fyri eitt til løgregluna við posanum, og á støðini komu tey eftir, at har vóru næstan 30.000 dollarar. Tað vísti seg, at ein kvinna hevði átt tey niðurrapaðu húsini, og hon hevur nú fingið pengarnar aftur, skrivar AP úr New Orleans.










