So er ársins Roskilde Festivalur í hondum, og føroyingar og danir í hópatali hava longu ognað sær atgongumerki til ársins brak. Og allarhelst hevur Bruce Springsteen nakað við tað at gera.
Roskilde Festivalurin boðaði fyrr í ár frá, at Bruce Springsteen er í millum høvuðsnøvnini í ár. Í fleiri ár hava festivalgestir ynskt at hoyra Springsteen á Orangepallinum, og í ár eydnaðist tað so.
Sambært donskum miðlum er Springsteen ikki ein bíligur maður, tá ið umræður konsertir. Hann kostar nevniliga heilar 11.5 milliónir krónur, sum næstan er 30 prosent av fíggjarligu orkuni hjá festivalinum.
Springsteen hevur sambært donskum miðlum ein serstaka festivalprís, sum liggur áleið 2. milliónir dollarar. Tó framførir hann ikki ofta til festivalar. Tað eru einans trý ár síðani, at Springsteen byrjaði at framføra til festivalar, men eftir øllum at døma dámar honum tað væl.