RAKSTUR
Verkætlanin við ítróttarhøllini, sum tað almenna skal byggja Inni í Dal á Sandi, kann í mesta lagi kosta 27 miljónir krónur.
Í Sosialinum seinasta mikudagin, helt Gerhard Lognberg, løgtingsmaður og formaður í Sandoyar Skúlasambandi, at verkætlanin kanska kann fremjast fyri minni enn hesar 27 miljónir krónurnar, nú byggivinnan ikki hevur so nógv um oyruni.
Gerhard Lognberg er eisini annað umboðið hjá Sandoyar Skúlasambandi í bygginevndini aftanfyri ítróttarhøllina.
Í blaðnum mikudagin visti hann at siga, at bygginevndin á seinasta fundi setti sær fyri, at øll tilboð upp á liðugtgerð av ítróttarhøllini skulu verða komin Landsverki í hendi í seinasta lagi 1. desember í ár.
Dýrt at reka
Eitt er so, hvat verkætlanin Inni í Dal kemur at kosta. Annað er, hvat ein ítróttarhøll kemur at kosta kommununum í oynni at reka.
Mett hevur verið, at samlaði rakstrarkostnaðurin fer at liggja um einar 600.000 krónur um árið, harav nettoútreiðslurnar eftir hallarleigu helst verða einar 480.000 krónur um árið.
Soleiðis verður mett, at ítróttarhøllin fer at hava umleið 120.000 krónur í inntøkum um árið.
Kommunurnar í Sandoynni eru smáar, og longu nú er stríggið hjá teimum at fáa raksturin at hanga saman.
Sandoyingar gleða seg sjálvsagt til, at umstøðurnar hjá ungdómi og fólkinum annars verða betri, men samstundis noyðast kommunurnar at finna útvegir fyri, hvussu tær skulu megna at rinda fyri rakstrarkostnaðin av ítróttarhøllini Inni í Dal.