Dýrur laksur

Sunnudagin sluppu fólk aftur at veiða laks í teimum norðursponsku áunum, og eins og onnur ár var áhugin sera stórur.

Tað er nú ikki so løgið, tí øll vilja fáa ársins fyrsta laks, sum verður seldur á uppboði. Í ár var Paulino Fevienza tann hepni. Laksurin, sum hann fekk, vigaði 3,8 kilo, og tá uppboðshaldarin dukaði hamaran í borðið fyri triðju ferð, hevði Paulino fingið einar 85.000 krónur fyri laksin. Kiloprísurin var góðar 22.300 krónur. Blaðið El Pais skrivar, at Paulino Fevienza er ein royndur laksafiskimaður úr býnum Oviedo. Hann fekk laksin í einari á, sum eitur Eo.

Laksafiskararnir í Norðurspania kunnu bara selja tann fyrsta og tann seinasta laskin, sum verður veiddur í veiðitíðini.