Dýrur kongafiskur

Íslendsk virkir, sum hava sent kongafisk á marknaðin í Týsklandi teir seinastu dagarnar, hava fingið óvanliga góðan prís fyri hann

Á fiskamarknaðinum í Bremerhafen hevur onkur seljari fingið upp í danskar krónur fyri kilo, og tað er besti prísur nakrantíð, skriva íslendsku bløðini. Ein orsøk er, at lítil kongafiskur hevur verið á marknaðinum, men teir seinastu dagarnar hava íslendingar sent meiri kongafisk til Týsklands at selja.