Tað fer at kosta einar 90 milliardir krónur at endurbyggja tað, sum fór í jarðskjálvtanum í Miðitalia Tað sigur italski innanríkisráðharrin, Roberto Maroni, við italskt sjónvarp, men hann dugir tó ikki at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at endurbyggja tað, sum er farið.
Italiumenn hava fyrr endurbygt tað, sum er farið í jarðskjálvta, men hetta arbeiðið hevur víst seg at taka langa tíð, og mafian hevur ofta verið løgd undir at hava verið uppií.
Minst 294 fólk doyðu, umleið 40.000 mistu hús og heim í jarðskjálvtanum tann 6. apríl.